Í gjár vórðu 240 fólk koppsett á Landssjúkrahúsinum. Harav fingu 178 fólk fyrra prikið og 62 fólk fingu tað seinna, sambært corona.fo.
Nú eru í alt 20.238 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 14.458 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 5.780 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.
Ein steðgur verður í koppsetingunum í eina viku. Eftir ætlan kemur ein sending við umleið 5.200 skamtum til Føroyar mikukvøldið.
Heilsumyndugleikarnir boða frá, at latið verður upp fyri bíleggingum beinanvegin, tá ið endalig váttan er komin, um at koppingarevni kemur. Persónar, ið eru eldri enn 55, hava í seinastuni havt møguleika at koppseta seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald