Innanlands

Nú eru tølini tøk

Ov fáir bilar hava higartil koyrt gjøgnum Eysturoyartunnilin enn mett varð frammanundan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-04 20:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tunnilsfelagið hevur í dag latið Degi og viku tølini fyri Eysturoyartunnilin og greitt er, at nakað av ferðslu manglar í mun til metingarnar, sum vórðu gjørdar áðrenn tunnilin lat upp.

Meðan tað var ókeypis at koyra í tunlinum var miðaltalið umleið 7.500 bilar. Umleið 6.200 millum Eysturoynna og Havnina og umleið 1.300 millum Runavík og Strendur.

Tá tað fór at kosta, fór talið niður um helvtina, vísa tølini, sum Dagur og vika hevur fingið frá tunnilsfelagnum.

[object Object]

Í viku 4 var talið av bilum millum Havnina og Eysturoynna 3.223, meðan tað millum Runavík og Strendur koyrdu 541 bilar í miðal.

Hetta er nakað lægri enn ferðslumetingin hjá Rambøll sigur. Sambært henni skulu 4.210 bilar koyra millum Eysturoynna og Havnina meðan tað millum Strendur skulu koyra 2.090 bilar í miðal.

Ferðslumetingin er grundarlag fyri afturgjaldi av láninum sum fíggjar Eysturoyartunnilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder