Innanlands

Nú eru bert fýra smittað eftir

409 av teimum 413, ið hava fingið staðfest korona í Føroyum, eru nú frísk, eftir at 30 fólk afturat eru staðfest frísk seinasta samdøgrið

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2020-09-07 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hagtølini, sum vórðu dagførd í morgun, vísa, at vit í Føroyum bert hava fýra fólk eftir, sum eru smittað við korona.

409 av teimum 413 fólkunum, sum hava fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, eru nú vorðin frísk. Síðan í gjár eru 30 staðfest frísk, harav sjómenninar frá Yantarnyy, sum vórðu staðfest smittað fyri tveimum vikum síðani.

Sjey fólk eru eftir í sóttarhaldi, og framvegis er ein persónur innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya.

102.850 kanningar eru nú gjørdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder