Innanlands

Nú er aftur graslíki á plenuni í Vestmanna

Undirlagið er gummiasfalt, sum bæði virkar stoytdoyvandi og drenar vætu burtur. Sandur er í grslíkinum

Mynd: Vestmanna kommuna

Mynd: Vestmanna kommuna

2020-09-10 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú fáa vestmenningar aftur møguleikan at spæla bóltspæl og annað á graslíki á Plenuni oman fyri skúlan á Kongsteigum.

Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

- Drúgv tíð er liðin, síðan gamla graslíkið varð tikið oman av plenuni oman fyri skúlan á Kongsteigum, tí at tað var í so ringum standi, og nógv hevur verið spurt um, nær nýtt graslíki fór at vera lagt á.

Nú er so nýtt graslíki lagt á Plenuna. Undirlagið er gummiasfalt, sum bæði virkar stoytdoyvandi og drenar vætu burtur. Omaná gummiasfaltið er lagt graslíki við sandi í. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder