Innanlands

Nú ber til at søkja um undangóðkenning til íbúðarbyggingina á Frúutrøð

Freistin at søkja er 13. august

2018-08-06 15:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú byrjar verkætlanin at byggja fleiri bústaðir í Tórshavnar kommunu kjak. Nýggi bústaðarpolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur verið sera nógv umrøddur, og fleiri fundir hava verið kring høvuðsstaðin um bústaðarpolitikkin. Frúutrøð er fyrsta ítøkiliga ætlanin um at byggja fleiri bústaðir, eitt nú leigubústaðir, og nógv kjak hevur verið um hesa akkurát ætlanina.

Tann 22. mai 2018 var almennur fundur um útbjóðing av íbúðarbygging á Frúutrøð, og nú er arbeiðið komi so langt, at nú ber til at søkja um undangóðkenning. Øll kunnu søkja um hesa, tó eru ávísar treytir, ið skulu verða loknar.

Tórshavnar kommuna skrivar, at freistin at søkja um at verða undangóðkend er 13. august 2018.

Á heimasíðuni hjá kommununi ber til at fara inn á verkætlanina og síggja útbjóðingartilfar, spurningar og svar, sum eru komin til verkætlanina.

placeholder
placeholder