Innanlands

Nú ber til at søkja um stuðul til útoyggjamenning

Játtanin er 1,1 mió. krónur – Freistin at søkja er 1. februar

Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið

2021-01-08 10:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber til at søkja um stuðul til tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjar.

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin, sum er á 1,1 mió. krónur, verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning, skrivar Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum ber til at taka niður umsóknarblað, sum skal brúkast til at søkja um stuðul, og har ber eisini til at síggja reglugerðina.

Umsóknir skulu sendast til Umhvørvis- og vinnumálaráðið, Gongin 7, 100 Tórshavn ella til [email protected].

Freistin at søkja um stuðul er 1. februar 2021. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder