Innanlands

Nú ber til at læna elorkumátara á Býarbókasavninum

Ein elorkumátari er serliga týðandi fyri húsarhald, ið nýta meira streym enn miðal, ella har elrokningin er hægri enn væntað – Elorkumátarin vísir m.a. hvussu nógv eitt tól nýtir í krónum, kilowatttímum, og hvussu stórt CO2-útlátið er

Forkvinnan í Náttúru- og umhvørvisnevndini, Turið Horn (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Forkvinnan í Náttúru- og umhvørvisnevndini, Turið Horn (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-09-09 07:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú kunnu borgarar í Tórshavnar kommunu, skúlar o.o. læna ein elorkumátara á bókasavninum.

Ein elorkumátari er serliga týðandi fyri húsarhald, ið nýta meira streym enn miðal, ella har elrokningin er hægri enn væntað. Ein elorkumátari er harumframt væl egnaður í sambandi við undirvísing í skúlunum.

Um elorkunýtslan -uttan elbil og hitapumpu- er størri enn 2.000 kr (1.000 kWh) um árið fyri hvønn persón í húsarhaldinum, eru helst pengar at spara. – Hetta krevur tó vitan um, hvar óneyðuga elorkunýtslan fer fram – og tað kann ein elorkumátari vísa á. Elorkumátarin vísir m.a. hvussu nógv eitt tól nýtir í krónum, kilowatttímum, og hvussu stórt CO2-útlátið er.

[object Object]

Í umhvørvispolitikkinum “Grøna Leiðin” hjá Tórshavnar kommunu, er mál sett um at skapa tilvitan um orkunýtslu og orkusparing. Ætlanin er, at hetta átakið er eitt fet fram ímóti at náa tað málið.

Harafturat stuðlar átakið upp undir økta býtisnýtslu; tað vil siga, at neyðugt er ikki, at hvørt húsarhald eigur sín egna elmátara. Tað minkar um framleiðslu og nýtsluna av rávørum.

Umhvørvisdeildin samstarvar við Býarbókasavnið um hetta átakið.

– Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder