Innanlands

Nú ber til at bóka Virknishøllina í Finsen

Visjónin hjá Tórshavnar kommunu við Virknishøllini er, at tað skal vera møguleiki fyri sjálvskipaðum virksemi hjá borgarum at nýta til alskyns rørslu og spæl

Virknishøllin (Mynd: Gunvør Balle)

Virknishøllin (Mynd: Gunvør Balle)

2020-07-21 20:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Virknishøllin, sum fyrr í mánaðanum lat upp í gomlu ítróttarhøllini í kommunuskúlanum í Tróndargøtu 54, kann nú bókast á itrott.fo.

Til ber eitt nú at spæla innandura fótbólt við bleytum bólti, hokki (mál eru tøk, fólk hava sjálvi stavar við) og mangt annað spæl.

Kostnaðurin verður rindaður við korti á netinum.

- Visjónin hjá kommununi við Virknishøllini er, at tað skal vera møguleiki fyri sjálvskipaðum virksemi hjá borgarum at nýta til alskyns rørslu og spæl, harav navnið Virknishøllin. Harumframt verður høllin part av tíðini brúkt til dagstovnin í Kongagøtu og annað virksemi innan dagstovnaøkið, skrivar Tórshavnar kommuna.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder