Innanlands

Norska sendikvinnan í Danmark vitjaði Løgtingið

Tone Allers vitjaði í gjár í Løgtinginum, har hon hitti løgtingsformannin, Johan Dahl

Tone Allers, norsk sendikvinna í Danmark og Johan Dahl, løgtingsformaður (Mynd: Logting.fo)

Tone Allers, norsk sendikvinna í Danmark og Johan Dahl, løgtingsformaður (Mynd: Logting.fo)

2026-06-26 19:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norska sendikvinnan í Danmark, Tone Allers, vitjaði í gjár í Løgtinginum, har hon hitti løgtingsformannin, Johan Dahl.

Tone Allers gjørdist norsk sendikvinna í Danmark í fjør og situr til 2029.

Í tingsalinum greiddi løgtingsformaðurin frá søguni hjá Løgtinginum. Eftir hetta varð tosað um ymisk viðurskifti av felags áhuga. Harímillum vórðu støðan hjá Føroyum í mun til serliga ES og spurningurin um føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum umrødd, skrivar heimasíðan hjá Løgtinginum.

Við í fylginum hjá norsku sendikvinnuni var eisini Petur Even Djurhuus, norskur konsul í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder