Uttanlands

Noreg: Kongshúsið syrgir í meira enn einn mánaða

Haakon kongur hevur avslýst allar avtalur fram til 9. oktober – ein mánað eftir jarðarferðina hjá Haraldi kongi.

Ingrid Alexandra krúnprinsessa stóð undir liðini á Haakan VIII kongi tá hann svór kongseiðin í stórtinginum í gjár (Mynd: Lise Åserud/NTB/Ritzau Scanpix)

Ingrid Alexandra krúnprinsessa stóð undir liðini á Haakan VIII kongi tá hann svór kongseiðin í stórtinginum í gjár (Mynd: Lise Åserud/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-09-02 14:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Haakon kongur í Noregi hevur lýst sorg í kongshóvinum í ein mánaða eftir jarðarferðina hjá Harald kongi – tað vil siga til 9. oktober.

Hetta inniber, at almenna skráin hjá kongi er avlýst undantikið grundlógarskyldur, so sum statsráð.

Hesum boðar norska kongshúsið frá í tíðindaskrivi í dag.

Kongsfamiljan og hóvið verða ílætin myrk klæði ella uniform við syrgibandi í hesum tíðarskeiðinum.

Harumframt verða kongaligu ognirnar, sum vanliga eru opnar fyri almenninginum, stongdar fyri ‘almennum virksemi’, stendur víðari.

Almenna skráin verður uppafturtikin stigvíst 9. oktober.

Harald kongur, sum doyði fríggjamorgunin, verður jarðaður mikudagin 9. september.

Fram til og við 8. september hevur almenningurin í tíðarskeiðinum frá klokkan 10 til 18 høvi at ganga fram við kistuni við Harald kongi í slotskapellinum í Oslo.

Tá latið varð upp fyri hesum møguleikanum í gjár, gingu í miðal 738 fólk fram við kistuna um tíman, upplýsir norska kongshúsið fyri NTB.

Heldur hetta fram við somu ferð, fara umleið 45.000 fólk at fáa møguleikan at siga kongi farvæl á henda hátt. Í morgun var formansskapurin í stórtinginum og tingbólkaforfólkini inni í kapellinum áðrenn tað varð latið upp fyri almenninginum klokkan 10.

Harald kongur varð 17. august innlagdur á Rikshospitalet í Oslo. Her varð hann viðgjørdur fyri blóðsjúkuna hæmolytisk anæmi og bakteriusmittu í blóðinum.

Í síðstu viku varð fleiri ferðir sagt frá, at støðan hjá honum var versnað, og fríggjamorgunin klokkan 06.35 doyði Harald kongur. Hann gjørdist 89 ár.

Krúnprinsurin, Haakon, gjørdist harvið kongur, og í gjár svór hann eið í stórtinginum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder