Uttanlands

Norðurlendska samstarvið skal hava nýggjan ovasta leiðara

Paula Lehtomäki gevst eftir hálvtfjórða ár sum aðalskrivari í norrøna ráðharraráðnum

Paula Lehtomäki (Mynd: Ninni Andersson/norden.org)

Paula Lehtomäki (Mynd: Ninni Andersson/norden.org)

2022-06-07 10:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Finska Paula Lehtomäki, aðalskrivari hjá norðurlendska ráðharraráðnum, gevst í starvinum, eitt hálvt ár áðrenn starvstíðin rennur út.

Tað boðaði ráðharraráðið frá fríggjadagin. Lehtomäki gevst, tí hon hevur fingið nýtt starv hjá finska skógarídnaðinum, Skogsindustrin rf., har hon byrjar í september.

Við Paulu Lehtomäki sum ovasta leiðara, hevur Norrøna Ráðharraráðið málrættað sítt virksemi, so tað við fullari megi kann fremja ætlanina hjá forsætisráðharrunum um, at Norðurlond skulu verða heimsins mest burðardygga og integreraða landaøki í 2030, skrivar ráðharraráðið í tíðindaskrivi.

Paula Lehtomäki byrjaði sítt fýra ára skeið sum aðalskrivari í mars 2019, og starvssetanin skuldi eftir ætlan fyribils renna út við møguleika við leinging í fýra ár í mars 2023.

Ráðharraráðið er nú farið undir tilgongdina at finna avloysaran.

Tvær kvinnur á odda - Paula og Kristina

Tað eru tvær kvinnur, sum í løtuni standa á odda fyri norðurlendska samstarvinum. Paula Lehtomäki stendur fram til september á odda fyri Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum er tann meira valdsmikli av teimum báðum stovnunum, tí tað er í stjórnarsamstarvinum, at tær stóru avgerðirnar verða tiknar og eisini hvussu nógvur peningur verður játtaður til norðurlendska samstarvið.

Føroyska Kristina Háfoss er aðalskrivari fyri Norðurlandaráðið, sum er samstarvið millum norðurlendsku tjóðartingini – parlamentariska samstarvið.

Kristina Háfoss byrjaði í hesum starvi 1. februar í fjør. Eins og við øllum størvum innan norrøna samstarvið, er starvstíðin fýra ár við møguleika fyri at leingja eina ferð við fýra árum afturat. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder