Innanlands

Stóran týdning at fokus verður sett á rættindini hjá børnum

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, luttók fyri Føroyar til Norðurlendska barnaformið 2020. 30 ár eru liðin síðani Barnarættindasáttmálin varð samtyktur

2020-01-17 19:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 16. januar 2020 luttók landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, á norðurlendska barnaforuminum í Keypmannahavn í sambandi við, at tað í november 2019 vóru liðin 30 ár síðani Barnarættindasáttmálin varð samtyktur.

Endamálið við degnum var at lurta og hoyra børn og ung úr øllum Norðurlondum greiða frá, hvussu tey halda, at børn og ung enn betur verða tikin uppá ráð í málum, ið viðvíkja teimum sjálvum. Á degnum luttóku tilsamans 65 børn og ung úr øllum norðurlondum, og saman høvdu tey orðað eitt tilmæli við trimum høvuðsevnum:

- Øll børn og ung í norðurlondum skulu hava kunnleika til Barnarættindasáttmálan hjá ST og rættindini hjá børnum og ungum í hesum sambandi
- Øll børn og ung í norðurlondum skulu hoyrast og vera við í øllum avgerðum, ið viðvíkja teimum sjálvum, á ein slíkan hátt, ið er týðandi fyri børnini og tey ungu
- Øll børn og ung í norðurlondum skulu vera partur av einum týðandi felagsskapi, so vit saman kunnu fyribyrgja einsemi

Á degnum fekk landsstýriskvinnan høvi at tosa við børnini og fekk innlit í, hvussu børnini halda, at høvuðsevnini kunnu setast í verk í teirra gerandisdegi heima við hús, í skúla og í frítíðini. Talan er um eitt sera týdningarmikið evni, og landsstýriskvinnan fegnast um, at børnini og tey ungu eru so áhugaði í og megna so væl at seta orð á, hvussu vaksin og børn saman kunnu virka við til, at grundleggjandi rættindi hjá børnum fáa fremstu raðfesting.

Landsstýriskvinnan metir tað vera av stórum týdningi, at fokus verður sett á rættindi hjá børnum, og at børnini sjálvi eru við í hesum arbeiði. Hetta er ein fortreyt fyri, at høvuðsevnini frá degnum verða raðfest og koma at síggjast aftur í gerandisdegnum hjá børnunum í Føroyum.

Almannamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder