Kom innum GÁTT - hurðin er opin og Føroya Folkaháskúli er á tremur við list og lívi.
Í hvørjum króki møtir tú spírandi norðurlendskum listafólki og teirra listaliga virksemi.
Annaðhvørt ár samlar GÁTT netverkið ung listafólk úr øllum Norðanlondum, fyri at menna síni listaligu háttaløg og knýta sambond tvørtur um lond og listagreinar. Í ár verður listafólkalegan GÁTT á Føroya Fólkaháskúla tann 9. - 12. juli 2026.
Felagsnevnarirnir í verkætlanini eru list og norðurlendski samleikin. Á leguni, er eitt ótrúligt fjølbroytni; frá tí avantgarda til tað fólksliga, og frá stórbýum til útnorðurlendsk bygdasamfeløg. Ynski við leguni er at flyta fokus frá avriki til praksis, og lata ung listafólk hugsavna seg um vinaløg, at deila upplivingar og styrkja sambondini sínamillum. Legan er karmur fyri samrøðum og møguleikum við útgangsstøði í tí persónliga. Bæði útfrá einstaka listafólkinum, men eisini út frá tí landi, umhvørvi og listagrein ein kemur frá. Endamálið er at skapa ein tryggan og stuðlandi karm, har nýggj listafólk kunnu kanna nýggjar samanhangir.
Tiltakið “Kom inn um GÁTT” verður ein lívligur seinnapartur við samrøðum, sammála, framførslum, myndlist, filmssýningum, legubálið v.m. Her ber til at fáa innlit í listina, sum er at finna bæði í Føroyum og í grannalondum okkara. Norðurlendsku spírarnir framføra, sýna og leggja fram sína listaligu praksis.
Dyrnar lata upp sunnudagin 12. juli kl. 15 við sammála.
Kom inn um GÁTT - lat tankarnar spretta, hugflogið fjakka og samrøðurnar streyma.
Verkætlanin er stuðlað av Tórshavnar Kommunu, Nordic Culture Point og Nordic Culture Fund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald