Mentan

Norðurlendsk børn í sýriskum fangalegum

Í virðislønta heimildarfilminum Children of the Enemy stríðist ein abbi fyri at bjarga foreldraleysu abbabørnum sínum úr einari sýriskari fangalegu og flyta tey heim til Svøríkis. Heini í Skorini tosar áðrenn filmin, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum 16. januar

2022-01-13 18:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat hevði tú gjørt, um tíni ommu- ella abbabørn sótu einsamøll í einari fangalegu í Sýria? Patriciao Galvez er staddur í einari næstan óhugsandi marru. Ikki bert hevur hann mist dóttur sína, sum lat seg radikalisera og fór við manni sínum (ið var IS-yvirgangsfólk) til Sýria, har tey bæði vóru dripin. Sjey abbabørn hansara í aldrinum 1 til 8 ár sita nú einsamøll eftir í einari fangalegu í krígsherjaða landinum. Málið hjá Patricio er eittans: At fáa tey út.

16. januar kl. 15 verður heimildarfilmin "Children of the Enemy” sýndur í Norðurlandahúsinum.

Heini í Skorini innleiðir filmin, lýsir umráðandi spurningarnar gjølla, og frá fleiri liðum lítir hann á etisku hugleiðingarnar í kjakinum um Sýriubørnini, sum hevur fylt sera nógv í Norðurlondum seinastu árini.

Gorki Glaser-Müller hevur leikstjórnað filmin, og undirteksturin er á enskum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder