Mentan

Norðurjól á Biskupstorgi í Klaksvík

Norðurjól hevur ment seg frá at vera eitt leygardagstiltak til í ár at vera eitt jólatiltak, sum hevur fjøllbroytta skrá allan desember mánað

2019-11-16 10:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Norðurjól er heiti á jólatiltaki, sum Klaksvíkar kommuna hevur staðið á odda fyri seinastu fýra árini. Norðurjól hevur ment seg frá at vera eitt leygardagstiltak til í ár at vera eitt jólatiltak, sum hevur fjøllbroytta skrá allan desember mánað.

Sum nakað heilt serstakt, so flytur Norðurjól inn á veghæddina á Biskupstorgi, sum verður karmur um fjølbroytta jólasølu, har møguleiki m.a. verður at keypa prýðislutir, pløgg, kaffi og køkur. Eisini verður pallur settur upp, har ymiskar framførslur vera.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sigur, at hetta er ein roynd, har vit geva handlum, fyritøkum og stovnum møguleika at royna umhvørvið, sum í framtíðini skal húsa tílíkum virksemi. Harumframt verður arbeitt av øllum alvi, soleiðis at vit eisini fáa skoytibreytina klára til fyrst í desember.

Mimmy Vágsheyg, sum í ár samskipar Norðurjól, sigur, at hetta er ein ótrúliga spennandi uppgáva.

- Fólk, sum eg havi verið í samband við, eru spent, forvitin og full av hugskotum til, hvussu vit á bestan hátt kunnu gera jólahugnan á Biskupstorgi heilt serligan. Tað er ótrúliga stuttligt at síggja, hvussu handlarnir og ymiskir stovnar beinanvegin hugsa um samstarv, tá farast skal undir eitt tílíkt tiltak. Eg kann m.a. nevna, at 2U og Flora fara at hava ein handil saman, og at Amarant og Skótarnir eisini eru farin í eitt samstarv um sølu av sneisabreyði.

Átta handlar fara at hava fastan bás, meðan nógv annað virksemi fer at verða í styttri og longri tíðarskeið.

Bæði Jógvan Skorheim og Mimmy Vágsheyg eru sannførd um, at jólini á Biskupstorgi fara at verða eitt gott íkast til tað fjølbroytta virksemið, sum býurin annars bjóðar, og tey gleða seg til ein heitan kopp av kakao í nýggja umhvørvinum.

Norðurjól bjóðar til jólahugna frá 29. november.

Nærri kunning fæst á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder