Mentan

Norðoyastevnuradio í býráðshøllini

Heilt serlig norðoyastevnusending verður at hoyra á Radio.fo og heimasíðuni hjá Norðlýsinum í kvøld

2021-06-05 09:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kvøld skipa Norðlýsið og Radio.fo fyri beinleiðis útvarpi í tríggjar tímar. Samrøður, skemt, føroyskur dansur og midnáttarrøða eru m.a. á skránni.

Korona gjørdi av við Norðoyastevnuna í ár, men vit leggja okkum ikki niður fyri tað. Í kvøld verður ein serlig norðoyastevnusending at hoyra á radio.fo og á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, siga fyriskipararnir.

Byrjað verður klokkan 21 og hildið verður á til midnátt, tá Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, heldur midnáttarrøðuna beinleiðis.

Samrøður verða við Karl H. Johansen, borgarstjóra og Dávur Winther, mentanarleiðara. Tosað verður eisini við Sonju Kjølbro, forkvinnu í Klaksvíkar Róðrarfelag og Magnus Norðberg, høvuðsvenjara í Klaksvíkar Róðrarfelag.

Vit fara upp á gólv við Klaksvíkar Dansifelagi, skemta okkum við Klaksvíkar Sjónleikarafelagi, umframt at vit hoyra góðar lokalar tónar.

Jógvan Poulsen og Jóhann Lützen verða vertir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder