Innanlands

Norðoyastevnan 2021 verður stórt sæð sum vant

Avrátt er, at stevnan í Klaksvík verður 6. juni við kappróðri og tí, sum hoyrir til.

(Mynd: klaksvik.fo)

(Mynd: klaksvik.fo)

2021-04-27 18:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Norðoyastevnan 2020 var ávirkað av koronu. Fá tiltøk vóru á skránni - tað var so at siga bert kappróðurin, sum í ein mun varð fyriskipaður á líknandi hátt, sum vanligt er.

Í ár verður øðrvísi. Klaksvíkari kommuna skrivar á heimasíðu sínari í dag, at avrátt er at halda norðoyastevnuna 6. juni 2021 við kappróðri og tí, sum hoyrir til.

Sum støðan er nú, kunnu 500 fólk savnast í skipaðum bólkum.

- Útitiltøk, har fólk hava atlit til frástøðu, kunnu vera skipað og um fleiri fólk savnast, so ber til at skipa savningina í ymisk øki. Útbúnaður, sum verður nýttur at fleiri, skal sprittast regluliga.

Kommunan skrivar, at fundur hevur verið við Pál Weihe, yvirlæknam og umbøðum fyri feløg, sum eru við í fyrireikingunum av noroyastevnuni. Pál Weihe vísti millum annað á, at eftir hansara metingin, kann dansur/diskotek ikki koma undir ein skipaðan bólk, orsakað av millum annað frástøðu. Tó hevði Pál saman við dansifeløgum, sum skipa fyri føroyskum dansi, gjørt eina mannagongd fyri dansi, har í mesta lagi 100 fólk savnast, har ymiskar ásetingar fylgja við.

Tey feløg og einstaklingar, sum ynskja at seta tiltøk á skrá á norðoyastevnu, kunnu nú gera hetta á klaksvik.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder