Innanlands

Nólsoy: Tíbetur bara músaspor í kavanum

Farna vikuskifti vórðu spor sædd í oynni – Illgruni var um, at hetta vóru rottuspor, men tíbetur var talan bert um músaspor, sigur kommunan

Sporini, sum vórðu sædd í Nólsoy farna vikuskifti vóru tíbetur bara músaspor og ikki rottuspor (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Sporini, sum vórðu sædd í Nólsoy farna vikuskifti vóru tíbetur bara músaspor og ikki rottuspor (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-02-04 16:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Nólsoy, sum er rottufrí oyggj og friðað sambært altjóða Ramsar-sáttmálanum, vórðu spor sædd í kavanum sunnan fyri bygdina farna vikuskifti. Sambært Tórshavnar kommunu var tíbetur ikki talan um spor eftir rottu men um músaspor.

Músin er vanlig í Nólsoy og týnir ikki ríka fuglalívið í oynni. Hinvegin er rottan ein beinleiðis hóttan ímóti fuglameinginum í oynni, og verður rottan sædd í oynni, skal hon týnast sum skjótast, skrivar kommunan.

Fyri at fyribyrgja at rotta kemur í Nólsoynna, verður regluliga kannað fyri rottu á útvaldum støðum í oynni. Skelti er eisini sett upp við Bursatanga, har Ternan loysir frá kai í Havnini. Á skeltinum verður heitt á ferðandi um at ansa eftir, so at rotta ikki verður tikin við ferjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder