Mentan

Nóllywood verður aftur í august

Summarskúlin hjá Klippfisk fyri ung, sum hava áhuga í at gera film, verður í ár á Føroya Fólkaháskúla í døgunum 5. til 11. august

Í ár verður Nóllywood ikki í Nólsoy men á Føroya Fólkaháskúla (Savnsmynd)

Í ár verður Nóllywood ikki í Nólsoy men á Føroya Fólkaháskúla (Savnsmynd)

2022-07-03 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um ein góðan mánað ferður summarskúlin Nóllywood aftur á skránni, og nú ber til hjá ungum millum 14 og 18 ár, sum hava áhuga í at læra at gera film, at melda seg til.

Klippfisk boðar frá, at Nóllywood 2022 verður í døgunum 5. – 11. august – hesuferð á Føroya Fólkaháskúla.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til [email protected] við hesum upplýsingum:

  • Navn
  • Føðingardagur
  • Teldupostur
  • Telefonnummar
  • Navn og telefonummar hjá foreldrum ella verja

Harumframt verður ein biðin um at skriva í teldupostinum, hví ein hevur áhuga fyri at læra at gera film, og um ein hevur nakrar royndir við filmsframleiðslu. Royndir eru tó als ikki eitt krav, skrivar Klippfisk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder