Innanlands

Nógvar bøtur og klipp í kortið

Talan var mest um ov nógva ferð, men eisini um at hava hendurnar á telefonini heldur enn róðrinum

2026-04-29 08:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógvar bøtur vórðu skrivaðar og nógv klipp í koyrikortið. Løgreglan hevði úr at gera í gjár, sambært vaktleiðaranum á politistøðini.

Í tímanum millum klokkan 9 og 10 støðgaði løgreglan ikki færri enn fimm bilføraum í Havn, sum fingu bót og klipp í kortið fyri at hava tosað i handhildna telefon undir akstri. Seinni á degnum, var enn ein bilføari avdúkaðurn fyri sama brot.

Eisini vóru ein long røð av bilførarum avdúkaðir fyri at koyra ov skjótt og alt ov skjótt.

Í Havn vóru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra yvir 80 kilometrar um tíman í bygdum øki har hægst loyvda ferð er 50 kilometrar um tíman. Báðir skulu rokna við at fáa eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

Í Eysturoy fingu tríggir bilførarar klipp í kortið fyri ferð. Ein varð máldur til 106 og ein annar til 103, meðan tann triði varð máldur til 71 kilometrar um tíman – tað var í bygdum øki.

Løgreglan støðgaði eisini einum bilførara, sum koyrdi á ein hátt, at sterkur illgruni var um rúsdrekkakoyring. Talan var tó ikki um ein bilførara, ið ov nógvum rúsandi innanborða, men heldur um ein, har annað virksemi enn at føra bilin hevði hægstu raðfesting. Hann fekk eina skortfleingju frá løgreglufólkunum og slapp undan bót.

Hetta seinasta samdøgrið hevur løgreglan eisini verið úti og klipt nummarplátur av bilum, sum eru skrásettir fyri at skylda vegskatt og líknandi gjald til tað almenna. Fongurin var 24 sett – tey flestu tikin í Havn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder