Innanlands

Nógv russisk skip á Havnini

Nógv russisk virksemi við bryggjukantin í Havn í dag. Fleiri russisk skip hava lagt at

(Mynd: Jan Müller)

(Mynd: Jan Müller)

2023-04-17 20:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fimm russisk skip liggja í kvøld við Molan og við Skansabryggjuna í Havn. Tey skulu umskipa veiðuna til tvey farmaskip, sum liggja uttaná. Tvey onnur eru hjá Mest. Eitt uppi á beding, og eitt við skipasmiðjukeiina.

Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, sum var á vitjan hjá Høgna Hoydal í Tinganesi í dag, varð spurdur um nógvu russisku skipini sum vóru at síggja úr fundarhølunum.

Men hann vildi ikki leggja seg út í spurningin um føroyska fiskivinnusamstarvið við Russland.

Sí myndirnar sum Jan Müller hevur tikið seinnapartin:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder