Innanlands

Nógv fólk á ovastevnu – men stak friðarligt

Hóast talan er um eina stóra mongd av fólki, á lutfalsliga lítlum øki, hevur alt gingið uppá stás, siga fyriskiparar

2023-08-13 10:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur Nólsoy verið karmur um væl vitjaða ovastevnu, sum m.a. bjóðaði ítrótt, tónleik, sjónleik og felagssang, og sambært fyriskiparunum hevur hýrurin verið góður í Nólsoy.

– Veðrið var gott allan dagin og náttina við. Fólk funnu saman á keiini, inni hjá nólsoyingum og í teimum nógvu bátunum, ið lógu við bryggju, siga fyriskipararnir, ið vilja takka øllum, ið vóru við at seta góðan dám á stevnuna.

– Hóast talan er um eina stóra mongd av fólki, á lutfalsliga lítlum øki, hevur alt gingið uppá stás. Hetta er helst tí, at fyriskipararnir og bygdafólkið hevur lagt nógv fyri at taka ímóti stevnugestum. Øll tilbúgvingin var eisini klár, um okkurt skuldi hent.

[object Object]

Neyðugt var hjá Ternuni at sigla eykatúr í morgun fyri at fáa allar Ovastevnugestirnar trygt heimaftur.

– Ternan hevur siglt aftur og fram um Nólsoyarfjørð hvønn tíma síðan leygarmorgunin klokkan átta. Eftir ferðaætlanini skuldi hon seinasta túrin úr Nólsoy sunnumorgun klokkan 5.30, men tá vóru framvegis so nógv fólk eftir, at Ternan sigldi eykatúr, at fáa allar stevnugestirnar trygt um fjørðin.

– Hóast eitt sindur av trokan var á ferjuleguni út ímóti morgni, lata fyriskipararnir væl at. Fólk vóru í góðum lag, sjálvt um tey máttu bíða eina góða løtu, verður sagt.

[object Object]

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn, hevur talan sum heild verið um eitt friðarligt vikuskifti.

Tó var eitt harðskpsmál í Suðuroynni, og tað verður nú kannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder