Innanlands

Niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum undrar advokat

Málið um tíðindaleiðaran: Christian Andreasen heldur niðurstøðuna vera ein yvirtulkan av formalitetum

2018-08-15 09:50 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Av ymiskum formligum viðurskiftum, verður málið heimvíst til nýggja viðgerð. Tað undrar meg eitt sindur, tí vanliga verður sagt, at ein kærimyndugleiki bert skal heimvísa eitt mál, um kærumyndugleikin metur, at grundarlag er fyri at broyta avgerðina. Mentamálaráðið sigur í avgerð síni, at at avgerðin hjá kringvarpinum er materielt røtt.Tá eigur heimvísing ikki at koma uppá tal, sigur Christian Andreasen, advokatur.

Hann sipar til, at niðurstøðan í málinum um Liljuna Weihe sigur, at tað hevði verið  proportionalt og í lagi at uppsagt tíðindaleiðaran og bjóða henni nýtt starv, men at tað var skeivt at flyta Liljuna í annað starv eftir leistinum, sum varð brúktur. Mentamálaráðið sigur harvið, at málið skal viðgerðast av nýggjum, tí at Liljan Weihe skuldi fingið nýggja starvi bjóða á annan hátt enn varð gjørt. Christian Andreasen heldur hetta vera ein yvirtulkan av formligum viðurskiftum og ikki ein nóg góð grund fyri nýggjari viðgerð í málinum.  

- Her verður bara sagt tað, at hon burdi fingið at vitað, at um hon ikki tók við nýggja starvinum, so skuldi hon hava ein uppsøgn. Tað liggur væl sagtans implicit í málinum, at hon verður uppsøgd, um hon ikki tekur við nýggja starvinum, sigur Christian Andreasen. 

Les eisini: Her er niðurstøðan 

Talan er um mál, sum varð til, tá Johnny í Grótinum valdi at flyta Liljuna Weihe í nýtt starv. Mentamálaráðið hevði frammanundan givið táverandi kringvarpsstjóranum boð um, at tað var eitt ov víðgongt stig at uppsiga tíðindaleiðaran, men at onnur stig kundu takast, sum eitt nú at flyta hana í nýtt starv. Men Liljan Weihe kærdi eisini avgerðina um, at hon skuldi flytast í nýtt starv við teirri grundgeving, at nýggja starvið var ov ólíkt tíðindaleiðarastarvinum, og at hettar ikki var í samsvar við vegleiðing fíggjamálaráðsins um setanir av almennum starvsfólkum.

Mentamálaráðið sigur tó í nýggju niðurstøðuni, at tað allarhelst hevði verið í ordan at flutt hana í annað starv, um hettar varð gjørt á annan hátt, og Christian Andreasen undrast tí á, at mentamálaráðið hevur heimvíst málinum ístaðin fyri at staðfesta avgerðina. 

Les eisini: Málið liggur hjá Kára Sólstein 

- Mentamálaráðið kundi bara havt staðfest avgerðina. Tað sum niðurstøðan sigur er, at tað var eitt proportiónalt stig at flyta tíðindaleiðaran vegna tey brot hon hevur framt, men at tað formliga skuldi verði gjørt eitt sindur ørvísi. Tað materiella grundarlagið fyri avgerðini hjá kringvarpinum er also í ordan, men ikki framferðarhátturin, sigur Christian Andreasen.

- Tí skuldi mentamálaráðið havt staðfest avgerðina og sagt, at hon skal hava boðið nýggja starvið og samstundis skal fáa at vita, at um hon ikki tekur av nýggja starvinum, er tað at roknað sum uppsøgn við rætti til uppsagnarløn, sigur hann at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder