Uttanlands

Neyðlendi á landavegnum uttan fyri Reykjavík

Lítið flogfar við einum manni umborð fekk trupulleikar í gjárkvøldið beint eftir fráferð av Reykjavíkarflogvølli

(Mynd: mbl.is)

(Mynd: mbl.is)

2025-05-27 12:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt lítið flogfar mátti í gjárkvøldið gera eina neyðlending á Suðurlandsvegi eystan fyri Hólmsheiði, sum er høvuðslandavegurin í Íslandi úr Reykjavík móti Hverðagerði.

Flogfarið var júst farið av flogvøllinum í Reykjavík við kós móti Bretlandi, tá tað fekk trupulleikar av onkrum slag. Bert flogskiparin sat í flogfarinum, og hann slapp snikkaleysur frá hendingini.

Flogfarið var komið úr USA og setti seg á flogvøllinum í Reykjavík har tað stóð í nakrar tímar fyri at bunkra.

Flogfarið er nú flutt burtur til kanningar, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder