Innanlands

New York Times setir sjóneykuna á føroyska PFAS gransking

Granskingin hjá Pál Weihe og øðrum á deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu er serlig, m.a. tí hon er væl umboðandi eitt heilt fólk

2023-08-17 12:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í vikuni varð drúgv grein um PFAS gransking almannakunngjørd á heimasíðuni hjá amerikanska tíðarritinum New York Times Magazine.

Í hesi greinini er samrøða við Pál Weihe, professara, um hansara lívlongu gransking í PFAS og øðrum dálkingarevnum.

Granskingin hjá Pál Weihe er gjørd á deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu saman við nógvum góðum fólki í Føroyum og aðra staðni síðani 1986. Innsavnað tilfar og kanningar av mammum og børnum er skipað í kohortur, sum í vavi eru nakað heilt serstakt í granskingarhøpi. Tilfarið er bæði umfatandi og væl umboðandi eitt heilt fólk.

Í byrjanini vóru tað mest kyksilvur og líknandi dálkingarevni, sum vóru kannað, men síðani 2009 hevur eisiini verður granskað í PFAS dálking og árinum.

PFAS evni verða kallað ‘Forever Chemicals’ – ævinleika dálkingarevni – og eru alla staðni. Í nógvum av tí, vit eta, drekka og nýta. Vit eru enn bert so dánt byrjað at fáa innlit í, hvussu hesi evni ávirka heilsu okkara. Stóri spurningurin er, hvussu samfelagið og vit kunnu verja okkum móti teimum. Tí eitt vita vit við vissu: PFAS er skaðiligt, og hevur negativ árin á heilsuna.

Greinin kann lesast her við at stovna ein ókeypis brúkara.  Greinin er 18 síður við myndum, og fer víða um, bæði í føroysku granskingini og í altjóða PFAS granskingini.

Ein stutt útgáva um evnið kemur á prenti í Sunday Magazine 20. august við heitinum: "Everywhere. Forever". 

Kelda: gransking.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder