Uttanlands

New York hevur upplivað eitt samdøgur uttan nakran deyðan við korona

Amerikanski stórbýurin er annars merktur av ógvusligum mótmælum móti rasismu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-05 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ringast rakti býurin í USA hvat korona viðvíkur, New York, náddi einum merkisvarða í gjár, tá staðfestast kundi, at ongin persónur var deyður við korana í eitt samdøgur fyri fyrstu ferð síðan mars.

Tað vísa tølini frá heilsumyndugleikunum í býnum sambært blaðnum New York Daily News.

Talan er um hagtølini fyri skrásett deyð mikudagin, lokala tíð. Tríggir tilburðir hava møguliga samband við virusið, men tað verður ikki staðfest fyrr enn seinni, skrivar blaðið.

Fyrsti tilburður, har persónur doyði við korona í New York City var 11. mars. Síðani hava yvir 20.000 latið lív í stórbýnum, svarandi til ein fimtapart av øllum, sum eru deyð við korona í USA.

- Hetta eru góð tíðindi, staðfesti Freddi Goldstein, talsmaður fyri Bill de Blasio, borgarstjóra, fyri NY Daily News, skrivar Ritzau.

Hóast útigongubann er sett í verk í New York galdandi frá klokkan 20 á kvøldið til 05 um morgunin, hava nógv fólk verið á gøtunum uttan at virða bannið fyri at mótmæla rasismuni í USA.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder