Jóhan Dahl lat í fyrstu syftu flokkarnir hava til klokkan 13 at endaliga áseta nevndirnar í nýggja løgtinginum.
Her var løgtingformaðurin tó heldur nakað bjartskygdur, og fyri lítlari løtu síðani staðfesti hann, at tingfundurin aftur er niðurlagdur í umleið tveir tímar.
Klokkan 15 verður tingfundurin tikin uppaftur
Telva framvegis millum flokkarnar - og í onkrum flokkum
Tað sær eisini út til at vera ósannlíkt, at tað fer at eydnast at hava alt uppá pláss til ta tíð: At alt hetta er avgreitt uppá smáar tveir tímar.
Sum vit skilja her, er forfólkabýti komið uppá pláss: Eins og við landsstýrissessunum fær Fólkaflokkurin tríggjar forfólkasessir í nevndunum, Sambandsflokkurin tveir - millum annað Fíggjarnevndina - og Javnaðarflokkurin tveir
Men hvussu allar nevndirnar síggja út, er óvist enn.
Og so er tað innanhýsis. Her sær Javnaðarflokkurin út til at vera komin longst at áseta, hvørji tingfólk skulu hvar, meðan tað er heldur størri telving hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkurin.
Serliga í Fólkaflokkinum eru nógv, sum skulu vera rímiliga nøgd, meðan tað ikki neyðuga verður so lætt at finna semju hjá Sambandsflokkinum: Serliga ikki um stóra sessin í Fíggjarnevndini.
![]()
Hvussu telvar Sambandsflokkurin? (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Sjey limir skulu veljast í tær seks føstu nevndirnar hjá løgtinginum. Tær eru Fíggjarnevndin, Vinnunevndin, Uttanlandsnevndin, Trivnaðarnevndin, Rættarnevndin og Mentanarnevndin.
Dagført: 13.15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald