Innanlands

Nevndin í Lærarafelagnum óbroytt

Tveir nevndarlimir standa fyri vali - Tórhallur við Gil, og Eyðbjartur S. Skaalum - og tá freistin at stilla upp til nevndarval var úti, vóru teir báðir teir einastu, sum stillaðu upp

Nevndin í Føroya Lærarafelag (Mynd: Føroya Lærarafelag)

Nevndin í Føroya Lærarafelag (Mynd: Føroya Lærarafelag)

2026-04-21 08:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag verður 9. mai, men longu nú er greitt, at nevndin í felagnum heldur fram óbroytt.

Tveir nevndarlimir standa fyri vali - Tórhallur við Gil, sum er næstformaður í Lærarafelagnum og lærari í Runavíkar komunuskúla, og Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari í Lærarafelagnum og lærari í skúlanum á Argjahamri.

Freistin at stilla upp til nevndarvalið var úti í farnu viku, og vóru teir báðir teir einastu, sum stillaðu upp, og tí eru teir valdir í nevndina uttan nakað val, skrivar Føroya Lærarafelag.

Nevndin í Føroya Lærarafelag er Jacob Eli S. Olsen, formaður, Tórhallur við Gil, næstformaður, Jona Højsted, kassameistari, Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari, og Bergur Samuelsen, nevndarlimur.

Á aðalfundinum skal ein 1. tiltakslimur og ein 2. tiltakslimur veljast til nevndina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder