2026-04-27 14:12
Jon Hestoy heldur fram sum formaður í Føroya Prentsmiðjufelag.
Tað er greitt, eftir aðalfund felagsins 22. apríl, skrivar Vinnuhúsið.
Á aðalfundinum stóð Gunvá við Keldu fyri vali, og hon varð afturvald í nevndina.
Nevndin í Føroya Prentsmiðjufelag er nú mannað við Gunvá við Keldu, Joni Hestoy, Eiriki Lindenskov og Sissal Hestoy.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Joni Hestoy sum formanni og Gunvá við Keldu sum næstforkvinnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald