Mentan

Netflix misti 970.000 haldarar í næsta ársfjórðingi

Netflix skal samstarva við Microsoft um at gera eitt bíligari hald við lýsingum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-20 16:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsta ársfjórðing í ár misti Netflix 200.000 haldarar. Hetta var fyrstu ferð í tíggju ár,  at gongdin gekk skeivan veg, og soleiðis var eisini í næsta ársfjórðingi.

Amerikanska stroymingartænastan upplýsir, sambært DR, at tey í tíðarskeiðnum apríl – juni mistu 970.000 haldarar.

Kappingin við aðrar stroymingartænastur er hørð, og arbeiðir Netflix við fleiri ætlanum, sum hava til endamáls at venda skeivu gongdini.

Í apríl varð tað m.a. kunngjørt, at Netflix fór at hyggja nærri at møguleikum at fáa lýsingar á stroymingartænastuna, og fyri einari viku síðani boðaði Netflix frá, at tey fóru at samstarva við Microsoft um hetta.

Endamálið er at geva brúkarum fleiri ymisk høld at velja ímillum, og á tann hátt kunnu brúkarar velja sær eitt bíligari hald, um teir einki hava ímóti lýsingum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder