
Avgerðin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump um at leypa á trý kjarnorkuverk sunnunáttina verður søgulig, sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.
Les eisini: USA hevur bumbað trý kjarnorkuverk í Iran
Á einari videoupptøku, sum er deild á sosiala miðlinum X, sigur Netanyahu m.a.:
– Tillukku Trump forseti. Tín djarva avgerð um at leypa á kjarnorkuhentleikar hjá Iran við stóru megini hjá USA fer at broyta søguna.
Sambært Netanyahu hevur Ísrael sjálvt gjørt stór framstig, síðan landið leyp á Iran fyri hálvariaðru viku síðani, men USA hevur gjørt tað, sum einki annað land í heiminum kann, sigur hann sambært Ritzau.
Netanyahu sigur, at Trump hevur forðað heimsins vandamiklasta stýri í at fáa heimsins vandamiklastu vápn, og leiðsla hansara fer at slóða fyri einari framtíð við ríkidømi og friði í Miðeystri og aðrastaðni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald