Minst átta fólk hava latið lív eftir áarlop og skriðulop í Nepal, skrivar Reuters við løgregluni í landinum sum keldu.
Nógv fleiri eru saknað eftir yvirflóðina. Teirra millum 384 ferðafólk, harav 291 eru útlendingar, sambært myndugleikunum.
Serliga økini Syapru Besi og Timure í fjallaríka økinum Rasuwa, har tað búgva umleið 50.000 fólk, eru rakt. Fólk, sum búleikast fram við áarbakkunum á Bhote Koshi ánni, vóru biðin um at leita sær upp í hæddirnar.
- Vit fáa frágreiðingar um, at heilar bygdir og verkløg eru skolað burtur, sigur ein fyrisitingarleiðari í økinum við Reuters.
Helst er talið á deyðum fólki høgt, og oyðiløgdu ognirnar nógvar. Men enn er ov tíðliga at siga nakað fyri vist enn, leggur hann afturat.
Balendra Shah, forsætisráðharri, sigur, at bjargingarlið, løgregla og herdeildir eru send til økið fyri at vera við í hjálparátakinum.
![]()
(Mynd: Prakash Mathema/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald