Vinna

Nema: Tjóvarnir eru handtiknir

Undarliga innbrotið mánanáttina fekk enn eina løgna vending, tá goymslufólk okkara varnaðust, at ein av brotsmonnunum eftir øllum at døma er farin úr Nema við nýggjari telefon - meðan tann gamla telefonin lá eftir á gólvinum

2021-11-23 15:16 Author image
Nema | Lýsingagrein
placeholder

Undarliga innbrotið mánanáttina fekk enn eina løgna vending, tá goymslufólk okkara varnaðust, at ein av brotsmonnunum eftir øllum at døma er farin úr Nema við nýggjari telefon - meðan tann gamla telefonin lá eftir á gólvinum.

Áðrenn teknikararnir hjá Nema fingu roynt sínar snildur, hevði okkara dugnaligi starvsnæmingur avbronglað loynitalið (1234).

Á telefonini varð funnin ein upptøka, sum letur eftir seg lítlan iva, um hvørjir brotsmenninir eru. Somuleiðis staðfesta DNA-royndirnar, at talan er um teir tríggjar dólgarnar; Berint, Bjarta og Bjørn, sum seinastu nógvu árini helst hava livað undir dulnevnum.

Føroya Politi hevur tí handtikið og varðhaldsfongslað dólgarnar, sum nú skulu avhoyrast um málið. 

Tjóvagóðsið er tó enn ikki funnið, og Nema stendur tí á á berum. Tískil er tørvur á tykkara hjálp!

Afturfyri letur Nema finningarløn!

Komandi fýra sunnudagarnar í advent fer Nema at draga lut millum øll tykkum, sum geva okkum rættar upplýsingar um, hvar tjóvagóðsið liggur goymt.

placeholder
placeholder