Innanlands

Negativur í fyrstu atløgu, men nú er hann positivur

Ein nýggjur tilburður av covid-19. Talan er um ein persón sum er kannaður tvær ferðir

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-09-11 12:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein nýggjur tilburður av covid-19 er staðfestur fyrradagin. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 107.279 kanningar.

Talan er um ein persón, sum er kannaður tvær ferðir. Viðkomandi, sum kom til landið mikudagin, varð í fyrstu atløgu kannaður á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið. Síðani er viðkomandi kannaður umaftur, og hesa ferð varð smitta staðfest. Viðkomandi persónur er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Eingin tilburður varð staðfestur í gjár.

Tilsamans hava 416 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 6 persónar positivir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder