Uttanlands

Navalnyj innlagdur

Russiski andstøðuleiðarin er nú fluttur á sjúkrahús, har hann fær heilivág og vitaminir og verður kannaður av lækna hvønn dag – Støða hansara er nøktandi, upplýsa russisku myndugleikarnir

Aleksej Navalnyj og konan, Julia Navalnaja í flogfarinum áveg til Russlands úr Týsklandi í januar. Navalnyj varð handtikin stutt eftir komu (Mynd: EPA)

Aleksej Navalnyj og konan, Julia Navalnaja í flogfarinum áveg til Russlands úr Týsklandi í januar. Navalnyj varð handtikin stutt eftir komu (Mynd: EPA)

2021-04-19 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj er nú fluttur á sjúkrahús fyri fangar, og har verður hann dagliga kannaður av einum lækna.

Tað var í februar, at hann varð dømdur hálvttriðja ára fongsulsrevsing. 31. mars fór hann í hungursverkfall, og seinastu dagarnar hava læknar stúrt fyri heilsuni hjá honum.

Russisku myndugleikarnir siga, sambært Ritzau, at læknar hava gjørt av at innleggja Navalnyj á sjúkrahúsi hjá fongsulsleguni eystanfyri Moskva. Sagt verður, at støðan hjá honum er nøktandi, og at hann hevur játtað at taka vitaminir í sambandi við viðgerð sína.

Í farnu viku varð Navalnyj fluttur á serliga sjúkradeild í fongslinum. Hann hevði m.a. trupulleikar við andadráttinum.

Tíðindastovan Tass skrivar, at hann varð kannaður fyri bæði tuberklar og koronu, men at úrslitið frá báðum kanningunum var negativt.

Les eisini: – Navlnyj fer ikki at doyggja í fongslinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder