placeholder
Uttanlands

Navalnyj fluttur á sjúkrahús uttanfyri fongslið

Heilsan hjá russiska andstøðupolitikaranum er so vánalig, at hann er í vanda fyri at doyggja, heldur læknin hjá Navalnyj, sum saman við øðrum læknum hevur heitt á Navalnyj um at byrja at eta aftur

Aleksej Navalnyj fór í hungursverkfall 31. mars, og læknar heita nú á hann um at byrja at eta aftur (Mynd: EPA)

Aleksej Navalnyj fór í hungursverkfall 31. mars, og læknar heita nú á hann um at byrja at eta aftur (Mynd: EPA)

2021-04-23 08:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski andstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj, sum herfyri varð innlagdur á sjúkrahúsi hjá fongsulsleguni eystanfyri Moskva, er nú fluttur á annað sjúkrahús uttanfyri fongslið, upplýsir starvsfelagi hansara, Leonid Volkov.

44 ára gamli Navalnyj verður nú kannaður á einum sjúkrahúsi í býnum Vladimir eystanfyri Moskva.

Navalnyj, sum var nær við at doyggja í fjør, eftir at hann varð eitraður við nervaeitrinum Novitjok, varð í februar dømdur hálvttriðja ára fongsulsrevsing.

Í farna mánað gramdi hann seg um álvarsama ryggpínu og kensluloysi í ørmum og beinum. Eftir hann ikki fekk ta læknahjálpina, hann ynskti, fór hann í hungursverkfall 31. mars.

Sambært læknanum hjá Navalnyj er heilsa hansara so vánalig, orsakað av hungursverkfallinum og helst eisini eitranini í fjør, at hann er í vanda fyri at doyggja, skrivar Ritzau.

Í einum brævi, sum er endurgivið í russiskum miðlum, hava fleiri óheftir læknar umframt læknin hjá Navalnyj, heitt á andstøðupolitikaran um at steðga sítt hungursverkfall.

Mikudagin varð eisini skipað fyri mótmælistiltøkum um alt Russland, har túsundatals fólk luttóku. Mótmælisfólkini kravdu, at Navalnyj slapp at verða kannaður av einum óheftum lækna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder