Innanlands

Nám X rakt av korona

Næmingarnir skulu halda seg heima fyribils

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-30 08:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin sendi Nám X, sum er 10. floks breytin fyri fólkaskúlanæmingar í Havn, út teldubræv til foreldur og næmingar um, at næmingar skulu halda seg heima fyribils orsaka av koronatilburði.

Sum skilst er talan um sama tilburðin, sum er orsøkin til, at hondbóltsfelagið H71 í Hoyvík um vikuskiftið gjørdi av, at avlýsa allar dystir hjá D16 liðnum fyribils, tí ein av leikaranum var staðfestur positivur.

Ongin undirvísing verður á Nám X á Eysturskúlanum hesa vikuna. Í brævinum, ið er sent næmingunum verður sagt, at teir næmingar verða bidnir um at halda seg heima við hús, í fyrsta lagið, til og við hósdagin 3. desember.

Næmingar, sum ikki lótu seg testa longu í gjár, verða bidnir um at gera tað í dag. Og so skulu allir næmingar testast aftur 2. desember.

Júst í hesum tíðum gera næmingarnir seg til reiðar at fara til jólaroyndir. Men royndinar verða hildnar sum ætlað, skrivar Nám X. Fyrsta royndin er talgild á netinum.

Fríggjadagin 4. desember skulu næmingarnir, sambært ætlanini, til roynd í støddfrøði á Eysturskúlanum, “um smittan ikki hevur breitt seg”. Teir næmingarnir, sum hava fingið boð frá landslæknanum at halda seg í sóttarhaldi, taka støddfrøðiroyndina á netinum, skrivar Nám X.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder