Innanlands

Nakað fleiri skamtir í enn sagt varð frammanundan

Tað kann roknast við at vera yvir 1.300 koppsetingar í teimum 195 gløsunum, sum komu til landið í gjárkvøldið

Tummas í Garði, læknastjóri, til høgru, her saman við Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismanni við heilsumálum, og Gunnrið Joensen, tann fyrsta, ið varð koppsett á Landssjúkrahúsinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Tummas í Garði, læknastjóri, til høgru, her saman við Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismanni við heilsumálum, og Gunnrið Joensen, tann fyrsta, ið varð koppsett á Landssjúkrahúsinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-30 15:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá næsta sending við vaksinu kemur – í viku 2 – verður farið undir at koppseta tey eldru á røktarheimunum. Í fyrstu atløgu eru tað heilsustarvsfólkini í ‘front line’ – á hermótinum – sum verða koppsett.

Soleiðis sigur Tummas í Garði, læknastjóri, eftir at hann hevði prika tann fyrsta sjúkrarøktarfrøðingin í dag við nýggju covid-19 vaksinuni frá Pfizer/BioNTech.

Tummas í Garði situr eisini í nevndini, sum ger av, hvussu raðfestingin av koppsetingini skal vera, og hvør skal fáa.

- Vit hava valt at taka tey fyrst, sum koma í samband við tey sjúku. Tað eru starvsfólkini á koronadeildini, teir yngru læknarnir, sum taka ímóti teimum, tann yvirlæknan sum gongur stovugongd og annars manningin á sjúkraflutningstænastuni og so tey, ið pota fólk.

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen)

Yvir 1.300 skamtir í fyrstu sending
Tað vóru 195 gløs við koppsetingarevni í fyrstu sendingini, sum kom til Apoteksverkið í gjárkvøldi við flogfarinum hjá Atlantsflog.

Við tað, at roknað verður við, at fimm skamtir á 0,3 millilitrar eru í hvørjum glasi, varð eisini sagt, at tað vóru 975 skamtir í fyrstu sendingini og at helmingurin av hesum kann koppsetast, tí tey koppsettu skulu sproytast tvær ferðir við sama evni – aðru ferð tríggjar til fýra vikur eftir fyrsta prikið.

Men talið av teimum, sum kunnu koppsetast beinanvegin, verður nakað væl hægri.

Í fyrstu atløgu, tí Statens Serum Institut hevur givið boð um ikki at goyma helmingin til aðru koppseting, og eisini tí at tað vísir seg at vera meira enn fimm skamtir í hvørjum glasi.

Í vegleiðingini stendur, at tað eru fimm til sjey skamtir í hvørjum glasi.

Í fyrsta glasinum, sum varð brúkt á koppingarstøðini í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í dag, vóru sjey skamtir í, og tí skal roknast við at tað eru nærri sjey í hvørjum glasi. Harvið varða tað 1.365 fólk ella har uppímót, sum kunnu prikast nú í fyrstu atløgu, alt eftir um nakað fer til spillis av heiliváginum.

20 gløs brúkt fyrsta dagin
Tað eru ávísar reglur fyri hvussu heilivágurin skal handfarast. Hann skal goymast í ekstremt nógvum kuldas – 70 kuldastigum – men kann halda sær í køliskápi í upp í fimm samdøgur, eftir at hann er tikin út.

Men tá heilivágurin fyrst hevur fingið tilsett diluent – eina saltvatnsblanding – skal hann brúkast innan seks tímar eru farnir.

20 gløs – millum 100 og 140 skamtir – vórðu tikin út til hesar fyrstu koppsetingarnar í dag. Átta gløs vórðu send út á Landssjúkrahúsið, sjey til Klaksvíkar sjúkrahús og fimm til Suðuroyar sjúkrahús.

Í framtíðini verður roynt at fordeila skamtirnar nøkulunda í mun til fólkatalið, upplýsir Tummas í Garði.

Avbjóðingin tá fólkið skal prikast
Enn verður arbeitt við, hvussu farast skal fram, tá liðugt er at koppseta fólkini í heilsuverkinum, sum eru tey í verða prikað í fyrstu atløgu.

Tá farið verður at koppseta tey eldru og veiku, verður hetta gjørt úti á stovnunum ella heimunum, men enn er ikki avgjørt hvør skal standa fyri hesum arbeiðinum.

Stóra avbjóðingin verður at finna eina skipan fyri hvussu farast skal fram, tá vanliga fólkið fær tilboðið um at verða koppsett eisini.

Fyri tað fyrsta krevur tað eitt stað, sum koyrandi er til og nóg mikið av parkeringsøki er.

Og so skal nógv pláss til eisini. Tí tey koppsettu skulu sita og bíða í minst fimm minuttir í rættari fjarstøðu fyri at tryggja sær, at tað ikki kemur ein allergisk reaksjón. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder