Innanlands

Nakað av ólógligari koyring í Eysturoynni

Tveir bilførarar høvdu ov nógva ferð, tá koyrt varð framvið Lambareiði í gjár. Ein koyrdi uttan førararætt og fekk stóra bót

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2025-04-23 07:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan hevur ikki havt eitt so stríggið samdøgur, men vaktleiðarin á løgreglustøðini staðfestir, at nøkur ferðslumál vóru í Eysturoynni, týsdagin 22. apríl.

Tveir bilførarar vórðu í gjáramorgunin steðgaðir við Lambareiði, tí at ferðin var ov høg. Hetta var í einum tíðarbili, har nógv ferðsla er á strekkinum.

Tann eini koyrdi eitt sindur yvir 100 km/t, 105 km/t, og harvið var nær við, at hetta varð eitt klipp. 

Talan varð tó um tvær bøtur.

Seinni á degnum fekk ein annan bilførari í Eysturoynni eina stóra bót, tí viðkomandi ikki hevði koyrikort. Ikki tað at hann ikki hevði uppi á sær: Persónurin hevði mist koyrikortið men koyrdi kortini.

Sambært løgregluni er hetta ein bót, sum svarar til umleið eina heila mánaðarløn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder