Uttanlands

Nakað av ófriði í sambandi við Eurovision í Basel

Samanbrestir millum løgregluna og nøkur hundrað mótmælisfólk, sum ikki ynskja, at Ísrael luttekur. Piparspray, gummikúlur og vatnkanónir vórðu nýttir, skriva sveisiskir miðlar

2025-05-17 23:08 Author image
Agnar Prestá

Eurovision-kappingarnar hava altíð ymiskt politiskt yvir sær. Higartil hevur tað ikki verið nakað serstakt inni í stóru St. Jakobshalle, men á gøtunum í Basel hevur nakað av ófriði í kvøld.

Eins og til "Eurovision-setanina" mánadagin og til aðalroyndina hava mótmælisfólk, sum eru "Pro Palestina" - fyri Palestina - gjørt vart við seg.

Sveisiskir miðlar skrivað, at nøkur hundrað mótmælisfólk og løgreglan í Basel høvdu ein stuttan samanbrest í miðbýnum - nakað frá sjálvari høllini.

Fólkini vildu mótmæla, at Ísrael er við. Tað er Yuval Raphael, sum í kvøld hevur umboðað umstrídda landið í Miðeystri. Hetta við sanginum "New Day Will Rise". Raphael var til tónleikafestivalin Nova 7. oktober 2023, tá Hamas leyp á júst har.

Altjóða miðlar skriva, at sveisiska løgreglan nýtti piparspray, gummikúlur og vatnkanónir til at fáa tamarhald á fjøldini. Eingin fráboðan hevur verið um handtøkur.

[object Object]
Til setanina sunnudagin royndu "pro Palestina" mótmælisfólk at forða ymiskum. Eisini har noyddist løgreglan upp í leikin (Mynd: EPA)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald