Innanlands

Næstan helvtin av fólkatalinum havt koronu

Tað gongur skjótt tann vegin, at helvtin av fólkatalinum hevur fingið staðfest koronu. 41,54 prosent hava havt koronu síðani mars 2020. Tey allar flestu hesar seinastu tríggjar mánaðirnar

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-04 07:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í tíðarskeiðnum frá fyrsta koronutilburðinum fyrst í mars mánað í 2020 til á heysti í fjør, vóru nærum líka nógvir tilburðir, sum tað í hesum døgum verður skrásett upp á ein dag.

Tí vikurnar hava fleiri hundrað verið staðfest positiv um dagin og onkran dagin hevur tað ligið um 1000 tilburðir. 

Sostatt er grafurin farin at ganga beint upp eftir, og nú vit hava 4. februar eru 22.300 fólk sum hava fingið staðfest koronu í Føroyum. Tað er 41,54 av fólkatalinum, sum seinastu dagføringini hjá Hagstovuni er 53.686 fólk. Við nógvu dagligu tilburðum gongur ikki lang tíð áðrenn vit eru omanfyri 50 prosent.

Tað skal leggjast afturat, at síðani covid-19 byrjaði, hava fleiri frábrigdi verið, og nøkur hava havt tað meira enn einaferð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder