Innanlands

Næstan 7.000 metrar boraðir í Sandoyartunnlinum

Í síðstu viku vóru boraðir 124 metrar

3.716 metrar eru boraðir í alt í Traðardali (Mynd: Sverri Egholm)

3.716 metrar eru boraðir í alt í Traðardali (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-26 15:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arbeiði í Sandoyartunnlinum heldur fram, og í síðstu viku vóru boraðir 124 metrar. Nú eru samanlagt boraðir 6.941 metrar av 10.785 metrum, skrivar "Sandoyartunnilin" á Facebook.

Í Traðardali vóru boraðir 81 metrar. Har eru nú boraðir í alt 3.716 metrar.

Á Gomlurætt vóru boraðir 43 metrar í síðstu viku. Har eru nú boraðir í alt 3.225 metrar.

Her ber til at síggja longd og dýpd. Eisini ber til at fylgja við boringini og síggja á korti, hvussu langt boringin er komin.

Les eisini: 
Ongar ítøkiligar ætlanir fyri Gomlurætt
Fyrireikingarnar til Suðuroyartunnil næsta ár

placeholder
placeholder