Uttanlands

Nærkast avtalu millum Ísrael og Hamas

Avtalan inniber, at partarnir leggja vápnini í fimm dagar, at 50 ella fleiri gíslar verða leyslatnir, og at meira neyðhjálp sleppur inn í Gaza

Ísraelsk herfólk í Gaza (Mynd: Reuters)

Ísraelsk herfólk í Gaza (Mynd: Reuters)

2023-11-19 13:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt skrivaði amerikanski miðilin The Washington Post, at Ísrael, USA og Hamas nærkaðist einari avtalu um leyslating av gíslum og vápnahvíld.

Hvørki Ísrael ella Hamas hava váttað hetta, men talsfólk úr Hvítu Húsunum sigur, sambært Reuters, at hóast eingin avtala er gjørd enn, arbeiða tey framvegis við málinum.

Mohammed bin Abdulrahman, forsætisráðharri í Katar, sum hevur meklað millum partarnar, sigur, at tað bara eru nakrar fáar praktiskar avbjóðingar, sum mugu loysast fyri at fáa eina avtalu í lag.

Avtalan inniber, at vápnahvíld verður millum Ísrael og Hamas í í minsta lagi fimm dagar, og at 50 ella fleiri gislar verða leyslatnir. Eisini skal meira neyðhjálp sleppa inn í Gaza.

Tað var 7. oktober, at Hamas leyp á Ísrael og tók uml. 240 gíslar. Eftir álopið, sum kravdi 1.200 mananlív, vórðu gíslarnir fluttir til Gaza. Millum gíslarnar eru bæði ísraelar og fólk úr øðrum londum. Fyribils eru fýra gíslar leyslatnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder