
- Endamálið er ikki toppurin. Endamálið er at læra at klára meg einsamallan og at uppliva verðina – og tann toppin kláraði eg.
Soleiðis skrivar ein eitt sindur vónbrotin Jensjáku Hansen á Facebook-vanga sín eftir at hann mátti gevast í roynd síni at náa upp á sjálvan fjallatindin Ama Dablam í Himmalaja í Nepal.
Jensjáku skrivar soleiðis á Facebook í morgun:
- Eg kom væl fyri og við góðum treysti til legu 2 á Ama Dablam – men tað bleiv ein óvanliga long og krevjandi ferð, tí har vóru nógvir óroyndir klatrarar á fjallinum. Hetta skapti langar køir allan vegin frá legu 1 til legu 2. At standa og bíða í kulda, har fokus og trygd eru altavgerandi, er alt annað enn gott.
- Tá eg kom upp og fekk pláss í legu 2, var klokkan nógv. Eg valdi at bíða við topproyndini til næstu nátt. Men morgunin eftir høvdu tvey í okkara ferðalag vent við, og veðrið var versnað. Við støði í trygd og heildarmeting valdi eg at venda omanaftur.
- Endamálið er ikki toppurin. Endamálið er at læra at klára meg einsamallan og at uppliva verðina – og tann toppin kláraði eg.
- Nú hyggi eg eftir møguleikum fyri at royna meg á onkrum øðrum fjalli, har umstøðurnar eru betur hesa ársins tíð. Eg eri sjálvandi vónbrotin, men eisini takksamur – bæði fyri upplivingina og fyri at vera væl fyri.
Herundir nakrar av fleiri myndum á Facebook-vanganum hjá Jensjáku Hansen:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald