Innanlands

Myndir: Tá Hvalbiartunnilin læt upp

Sí myndirnar úr Hvalba

(Mynd: Rúni Thomsen)

(Mynd: Rúni Thomsen)

2021-05-08 15:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrstu bilarnir koyrdu klokkan 13 ígjøgnum Hvalbiartunnilin sum tá læt upp fyri almennari ferðslu.

Byrjað var við morgunmati í Roynhøllini í Hvalba klokkan 9 í morgun, og klokkan hálvgun tólv vóru røður og horntónleikur við tunnilsmunnan hvalbiarmegin.

Jørgen Niclasen klipti snórin, og Betta Eið, ið er 98 ára gomul og elsta kvinna í Hvalba, og Allon Næs, beiggi hennara, ið er 95 ára gamal og er elsti maður í bygdini, vóru tey fyrstu at koyra ígjøgnum tunnilin.

Síðani varð gingið og runnið gjøgnum tunnilin, og ellisakfør og motorsúkklur koyrdu til Tvøroyrar áðrenn tunnilin veruliga lat upp fyri almenninginum.

Sí myndir sum Rúni Thomsen tók her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder