Innanlands

Myndir: Skera upp í Havn

Grindahvalir, íløt av øllum handa slag og fólk, høg sum lág, hvørt um annað

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-24 22:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Keiøkið við Vónina á Vestaru bryggju í Havn var pakkað í kvøld.

Grindahvalir, íløt av øllum handa slag og fólk, høg sum lág, hvørt um annað. Øll komin at skera upp njóta gott av grindini, sum varð hildin til í Sandagerði seinnapartin.

Merktir vóru 51 hvalir, og tað vóru 343 skinn. Tað gav 0,2 skinn í part.

Seðlarnir komu út um hálvgun níggju tíðina í kvøld. Vit tóku nakrar myndir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder