Innanlands

Myndir: Sangur undir tinghúsinum og løgmansrøða

-

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-29 14:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Váta veðrið gjørdi, at tað ikki vóru so nógv fólk á Vaglinum, sum tað onkuntíð hevur verið, tá tingfólk, embætisfólk og prestar komu í skrúðgongu niðan gjøgnum Mylnygøtu eftir ólavsøkugudstænastuna í kirkjuni, og stóra kórið á Tinghúsvøllinum tók at syngja.

Harvið varð nýinnrættaða Vaglið við rennandi vatni oman á gomlu Havnará ikki trýstroynt heldur hesaferð. Plássi hjá fólki at standa og uppihalda sær á er nevniliga minkað munandi við nýggja átakinum hjá kommununi.

Í kvøld verður midnáttarsangurin hildin á Vaglinum. Tá sleppur miðdepilin í Havnini at royna seg.

Jens Kr. Vang tók myndir, av skrúðgonguni úr kirkjuni, av stóra sangkórinum á Tinghúsvøllinum og innan úr Tingsalinum, har Aksel V. Johannesen helt setanarrøðu sína.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder