Myndir: Mette F. komin í Tinganes at tingast

Mette Frederiksen verður í Føroyum í tríggjar dagar

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-07 10:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Almenna vitjanin hjá Mette Frederiksen, forsætisráðfrúu og manninum, Bo Tengbjerg, byrjaði í morgun, tá fylgið fór í Tinganes, har Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og frú Rakul Nielsen tóku ímóti.

Klokkan 10.45 verður stuttur tíðindafundur upp á eitt korter ‘á gáttini’ áðrenn danski stjórnarleiðarin fer út á Glasir at vitja.

Einasta almenna punktið afturat á skránni í dag er, at tey fara til landsdystin á Tórsvølli í kvøld millum Føroyar og Luksemburg.

Í morgin fer Mette Frederiksen á virkisvitjan. Vitjað verður hjá Ocean Rainforest í Kaldbak, á Bakkafrost á Glyvrum og hjá Føroya Bjór í Klaksvík.

Hósdagin verður so ríkisfundurin har grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede eisini er við, og fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum við luttøku av fleiri donskum ministarum og føroyskum og grønlendskum landsstýrisfólkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder