2021-04-29 08:12
Fólk sum koyra í rundkoyringini í Borðoyarvík í Klaksvík síggja í morgun ein heldur øðrvísi sjón.
Ein hvalakúla er hongd upp á agnhaldið á húkinum, sum stendur í rundkoyringini.
Kúlan er hongd á húkin einaferð í nátt ella tíðliga í morgun, og er uttan iva frá grindini í Hvannasundi í gjár.
Vit tóku nakrar myndir í morgunferðsluni í Klaksvík um átta tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald