Um middagsleitið stevndi Logos Hope á Havnina. Her skal hon liggja næstu dagarnar, áðrenn farið verður til Klaksvíkar.
Almenn móttøka verður fyri skipinum klokkan 16.30 og ymiskt verður á skránni á Vestaru bryggju. Tónleikur verður frá Havnar Hornorkestri, Xperiment umframt Magna Christiansen, sum syngur og leiðir felagssang. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum klippa snórin, og lata skipið upp fyri almenninginum í Føroyum.
Jákup Godtfred, skipari á Logos Hope, ber eisini fram røðu.
Les eisini: Almenn móttøka fyri Logos Hope á Vestaru Bryggju hósdagin
Hetta er als ikki fyrstu ferð, at stóra skipið er í Føroyum. Talan er um gomlu Norrønu, sum var í sigling fyri Smyril Line frá 1983 til 2004 tá nýggja Norrøna kom.
Men hetta er heldur ikki fyrstu ferð undir navninum Logos Hope. Seinast skipið var í Føroyum var í 2009, tá tað eisini byrjaði at sigla sum trúboðaraskip kring heimin.
Manningin á Logos Hope telur umleið 400 fólk og tey koma úr 60-70 ymsum londum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald